Niðanfyri síggjast úrslit frá HM í estetiskum fimleiki úr Bulgaria, sum Havnar Fimleikafelag sum Føroya meistari luttók í ígjár.
Tað vísir seg, at føroyingarnir eru komin væl frá kappingini í gjár, tær blivu nr. 6 av 13 í A-bólkinum, sum verður mett sum eitt gott úrslit.
Tað tekniska úrslitið vísir teirra dugnaskap, og at tær hava fangað esensin í tí estetisku reglugerðini.
- Um vit taka Danmark, so vísir teirra úrslit, at tær hava ikki førkað seg hesi seinastu trý árini, sigur Katrin Abrahamsen úr Føroya Fimleikasambandi.
- FFS fegnast við teimum um tað góða úrslitið, og ynskir teimum hjartaliga til lukku, sigur hon.