Føroya Tele hevur ment eitt serligt forrit til fartelefonina, har tú kanst leita eftir fólkum, vinnum og tænastum í Føroyum.
Talan er um eitt forrit, á enskum kallað app, ið verður nýtt á nýggjum fartelefonum. Forritið er ein útbygd útgáva av nummar.fo, og er sambært Føroya Tele ógvuliga einfalt og lætt at brúka, og tú finnur skjótt fólk, vinnur og tænastur, sum tú hevur tørv á.
Forritið er ókeypis at heinta og er at fáa á bæði Android Market og App Store.
Forritið hevur innbygt GPS (global position system). Sostatt veit forritið, hvar tú ert, og kann vísa tær matstovur, handlar ella aðrar tænastur, sum liggja nærhendis. Tá ið tú hevur funnið tað, tú leitar eftir, hjálpir forritið tær at ringja, goymir nummarupplýsingar, finnur staðið á kortinum og vísir tær leiðina, upplýsir Føroya Tele.









