Joan tók lut í sterka elitu-bólkinum í kappingini, sum fór fram við Panama City Beach í Florida, so kappingin um plássini var hørð.
Aftaná eina sera harða svimjing í stórum aldum lá Joan nummar 10, og soleiðis var eisini eftir teir 180 kilometrarnar á súkklu.
Renningin er sterkasta síðan hjá Joan, og við at leggja hart út, heintaði hon skjótt fleiri av kappingarneytunum. Við bert trimum ella fýra kilometrum eftir av marathonteininum rann hon seg inn á fjórða plássið, sum hon helt í mál.
Joan rann marathon-teinin upp á 3.01.46, og var hon skjótasta kvinnan í hesum partinum av kappingini. Til sammetingar kann nevnast, at tíðin er átta minuttir skjótari enn føroyska metið á teininum! Samlaða tíðin bleiv 9.21.11.









