Nummar eitt – men kortini ikki meistari

Um smáar tvær vikur fer Pál Joensen at kappast beinleiðis við danska svimjaran, Mads Glæsner, hvørs donsku juniormet Pál hevur tikið – øll somul

SVIMJING

 

Fríggjadagin fer 18 ára gamli svimjarin, Pál Joensen, til Danmarkar at fyrireika seg til stóru svimjikappingina, Danish Open, sum verður í Esbjerg frá týsdegnum til sunnudagin í næstu viku. Svomið verður í 50 metra hyli, so tí skal Pál helst hava nakrar venjingar í røttu hyljarlongdini, áðrenn sjálv kappingin byrjar.

Hóast heitið á kappingini er Danish Open, so hevur hon fyri danskar svimjarar tað at siga, at tann teirra, ið endar fremstur í hvørjari av kappingunum, somuleiðis er danskur meistari. Eisini, um onkur fremmandur svimjari endar frammanfyri, tí – sum skilst – kunnu bert svimjarar undir danska svimjisambandinum vinna meistaraheiti.

Tað vil siga, at um Pál Joensen skuldi vunnið onkra av kappingunum, hóast hann í Danish Open fer at umboða Aalborg Svømmeklub, so kann hann helst ikki gerast danskur meistari í nakrari av teimum, tí hann ikki annars svimur sum danskari, men sum føroyingur, ið er partur av einum donskum liði.

 

Kappast við Glæsner

Vikuskiftið eftir, leygardagin 18. og sunnudagin 19. apríl, verður Pál aftur við í einari kapping í Danmark, og tá er talan um danska meistaraheitið fyri lið á teimum ymsu teinunum. Aftur her fer hann at umboða Aalborg Svømmeklub, sum júst nú hevur brúk fyri einari hjálpandi hond, fyri at sleppa undan niðurflyting.

Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason, hava havt gott samstarv við svimjifelagið í Aalborg, so tí stóð sjálvandi ikki á, tá danska felagið spurdi, um Pál kundi umboða tað í kappingunum um donsku meistaraheitini fyri lið.

Fyri at kunna gera tað, skal Pál hava svomið eina kapping áðrenn sum umboð fyri felagið, og tað ger hann so í Danish Open-kappingini í Esbjerg. Sostatt eru tey viðurskiftini í lagi, og einki forðar Páli í at vera partur av liðkappingini.

Tað, sum hinvegin kann gerast nokk so stuttligt, er at Pál Joensen allarhelst kemur at svimja í beinleiðis kapping við sterkasta danska svimjaran á longru teinunum í frísvimjing, Mads Glæsner, sum longu frammanundan hevur mist øll síni donsku juniormet til júst Pál.

Hendir tað seg, at Pál er tann fremri av teimum báðum og Glæsner kemur inn sum nummar tvey, verður tað tó hansara tíð, sum verður skrásett sum danskt met og ikki – sum sæst á hinari greinini á hesi síðu – tíðin hjá Páli.