Nummar 900 hjá Sir Alex

Alex Ferguson stóð í gjár á odda fyri sínum 900. dysti fyri Manchester United. Við tryggum sigri á einum skerdum Wolverhampton vunnu meistararnir seg ájavnt Chelsea, sum spælir í kvøld

Fótbóltur

Seinasti parturin av desember er ofta tíðin, har skilnaður kemur í oddin í ensku Premier League. Og sjálvur hevur Sir Alex Ferguson ofta tikið til, at tað er júst í tøttu jólaskránni, at meistarin verður funnin.
Í so máta kundi venjarin hjá Manchester United ikki ynskt sær betri byrjan, tá tað í gjár eydnaðist at vinna 3-0 á útivølli móti Wolves í dystinum, sum var nummar 900 hjá Sir Alex sum venjara í Manchester.
Kringstøðurnar vóru tó kanska heldur merkisverdar. Wolves vann um vikuskiftið á útivølli móti Tottenham, men hóast hetta hevði Mick McCarthy valt at skifta 10 spælarar út í mun til tann dystin. Orsøkin var, at Wolves longu leygardagin hevur sera týðandi dyst móti Burnley, og roknað verður við, at hetta verður ein av dystunum, sum kann gerast heilt avgerandi í botnstríðnum.
Men tey fyrilitini blíðkaðu ikki heimaáskoðararnar. Støðugt róptu tey, at tey vildu hava síni £40 pund aftur, og hóast eykaliðið hjá Wolves royndi at stríðast, so megnaðu teir lítið móti gestunum, sum við málum frá Rooney, Vidic og Valencia skutu seg ájavnt Chelsea í oddinum.
Í botninum vann Bolton sera týðandi sigur á West Ham. Eitt úrslit, sum bar við sær, at liðini hoppaðu hvør sín veg um niðurflytingarstrikuna.