- Jú, tað er deiligt, sigur Oddvør Hermansen, tá hon verður spurd um nýggja langommusonin, ið sá dagsins ljós á Suðuroyar Sjúkrahúsið klokkan 04:20 nýggjársmorgun og harvið gjørdist fyrsti føroyingur í ár 2000.
Hon veit tó ikki, um nakað serligt verður gjørt, tá mamma og barn koma heim. Men glað og errin eru hon og maðurin Thorbjørn.
Sjálv er hon fødd 14/10 í 1922 og er sostatt 77 ár ogThorbjørn er 80 ára gamal. Tey bæði eru røsk og væl fyri og fyri 3 árum síðani høvdu tey gullbrúdleyp. Tey eiga 4 børn, harav 3 eru á lívi.
Men hetta er ikki fyrstu ferð, at tey gerast langomma og langabbi.
- Hetta er nummar 4 og tað 5. er á veg, sigur Oddvør Hermansen av Tvøroyri.