Nummar 13 var ein rusjibani

Tað hevur gingið av skriðuni hjá B36 á útivølli í ár. Seinnapartin í gjár eydnaðist heldur ikki at fáa stig, tá liðið og fjeppararnir vóru í einum rusjibana frá byrjan til enda

FÓTBOLTUR

 

Einu løtuna líktist tað einum eyðmýkjandi avsmurningi. Síðan varð alt í ruðuleika. Seinastu minuttirnar vónaðu teir at fáa útjavnandi málið. Tað eydnaðist ikki. Men hóast tap, kundu teir frøast. Sætið varð tryggjað.

Tað var ikki lætt at vera B36-fjeppari seinnapartin í gjár. Tí heldur ikki hesaferð eydnaðist tað at fáa fult á útivølli. Tað hevur ikki lukkast síðan 13. apríl. Men grannarnir úr HB bæði vunnu føroyameistaraheitið og hjálptu árstalsfelagnum, tá teir reyðu og svørtu vunnu á KÍ.

 

Ein sigur av 13

B36 hevur bara vunnið eina ferð á útivølli í 2009. Tað var í Fuglafirði hin 13. apríl. Síðan hevur liðið spælt fýra javnleikir og tapt fyri rest. Tað hevur av álvara sæst aftur á stigatalvuni, og seinastu tíðini hevur tað sansa at hjá B36. Men Gundadalur hevur verið bjargingin. Tað var hann aftur í gjár, tá HB sendi klaksvíkingar sera, sera nær niðurflytingini. Og bjargaði B36, sum komandi leygardag bara skal syrgja fyri ikki at tapa málmunin á níggju mál til KÍ.

 

Blást upp

Miðskeiðis í seinna hálvleiki í gjár varð rok í Sarpugerði. Andreas Lava Olsen varð rendur um koll, og landsliðsleikarin hevndi seg. Dagfinn Olsen, dómari, var skjótur á staðnum, og minuttin seinni vóru trý reyð kort á lofti. Andreas Lava Olsen, Atli Gregersen og Dennis Holmberg noyddust allir av vøllinum.

- Eg meti ikki, at hendingin var so álvarsom. Tað tóktist sum, at tað varð blást upp, og alt endaði í ruðuleika. Tað var eingin trupulleiki eftir dystin, og allir tóku í hondina á hvør øðrum, sigur Herbert í Lon Jacobsen, verjuleikari hjá B36.

Og Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, hevur somu fatan.

- Liðini spældu fair undan hesum, og tað var ongantíð rok. Men brádliga vóru tríggir leikarar vístir av vølli. Satt at siga skilti eg ikki reiðuliga, hvat gekk fyri seg. Men tað fekk sjálvsagt stóra ávirkan á okkara spæl, sigur Jógvan Martin Olsen.

 

Finnur málið hvørjaferð

Finnur Justinussen hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Og tað við manér.

Framherjin, sum roynir seg á fyrsta sinni í bestu føroysku fótbóltsdeildini, verður eftir nógvum av døma toppskjútti í Vodafonedeildini í 2009. Hann styrkti ruddiliga um sína støðu í gjár, tá hann tríggjar ferðir sendi framvið Jóan Paula Dahl Jakobsen, sum vardi B36-málið.

Og tað var ikki tí, at hann var serliga eyðsýndur. Men hann veit altíð, hvar hann skal verða. Tvær ferðir í gjár gjørdi hann sær dælt av verjuvillum hjá gestunum.

- B36 leggur bragdligari fyri, men vit skjóta málini. Tá vit eru á odda 4-0 í seinna hálvleiki sær eisini sera ljóst út. Men vit spæla seinasta hálva tíman við átta útileikararum, og tað merktist sjálvsagt, sigur Jógvan Martin Olsen.

Herbert í Lon Jacobsen staðfestir, at B36 ætlaði at tryggja sær sætið í Vodafonedeildini uttan hjálp.

- Men tá úrslitini lagaðu seg, sum tey gjørdu, eru vit glaðir fyri, at vit taptu 4-3 heldur enn 4-0. Tí nú skal tað ganga sera illa hjá okkum og EB/Streymi leygardagin, um vit ikki spæla í Vodafonedeildini í 2010, sigur verjuleikarin, sum metti, at B36 var sera óansi í verjupartinum í gjár.

Umframt tey trý málini hjá Finni Justinussen, var Sølvi Vatnhamar á blettinum fyri Víking. Málini hjá B36 skutu Berger Midjord, Odmar Færø og Sjúrður Thomassen.