Nummar 10 í Fair-play

Tað er óneyðugt at endurtaka hvussu tað hevur gingið við úrslitum í altjóða dystum. Tó er at gleðast um, at Føroyar liggja heilt væl fyri á Fair Play-listanum hjá UEFA. Av teimum 52 limalondunum liggja Føroyar nr. 10. Hetta merkir, at í skrivandi stund er Formuladeildin nr. 10 tá tað kemur til at fáa reyð og gul kort. Annars er vanligt at meta Fair Play eftir 6 ymiskum kriterium. 1) Reyð og gul kort, 2) jaligt spæl, 3) virðing fyri mótstøðuleikarunum, 4) virðing fyri dómaranum, 5) atburður hjá venjarum og leiðarum, 6) atburðurin hjá áskoðarunum. Um fótbóltsleikarnir í Føroyum megna at skikka sær enn betur í ár, ja so eru sannlíkindini væl størri, at Føroyar fáa eitt eyka UEFA-cup pláss.