Nullhugsjónin eitt virðiligt mál at seta

- Ferðslutrygdarpolitikkur hevur ikki verið nóg høgt raðfestur í Føroyum. Vit eiga at hava samsvarandi ferðslupolitikk sum okkara grannalond hava. Seta vit nullhugsjónina í verk, skulu vit verða greið yvir, at hon setir krøv til politiska myndugleikan, sum má verða fúsur til at seta neyðugu játtanirnar av, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum um stutta tíð fer undir at orða ein ferðslutrygdarpolitikk

FERÐSLA

Arbeiðið at orða ein føroyskan ferðslupolitikk, sum undanfarna landsstýrið samtykti fyri trimum árum síðani, er ikki farið í gongd enn. Orsøkin er sum skilst vantandi starvsfólk í Vinnumálaráðnum. Hetta er eisini orsøkin til, at arbeiðið at gera nýggja ferðslulóg heldur ikki er byrjað. So skjótt sum eitt ósett fulltrúarstarv er sett í Vinnumálaráðnum, verður farið undir uppgávurnar.
- Arbeiðið at gera eina nýggja koyrikortskunngerð er komið væl áleiðis og hon hevur við sær, at broytingar mugu gerast í verandi ferðslulóg. Hesar verða orðaðar nú. Nýggja kunngerðin tekur væl størri atlit til ferðslutrygd enn tann undanfarna, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Ferðslulógin, sum varð endurskoðað fyri tveimum árum síðani, tekur ikki til fulnar atlit til nullhugsjónina, sum ferðslulógir í øðrum londum gera, hóast hon er eitt stórt framstig.
- Tað er rætt, at ferðslutrygdarpolitikkur ikki hevur verið nóg høgt raðfestur. Vit eiga at hava samsvarandi ferðslupolitikk sum okkara grannalond hava. Nullhugsjónin er avgjørt eitt virðiligt mál at seta og komandi føroyski ferðslupolitikkurin fer at taka støði í hesi hugsjónini. Hvussu man velur at kalla endamálsorðingina, kann kjakast um, bert málið er tað sama: støðugt at økja um ferðslutrygdina. Men seta vit nullhugsjónina í verk, skulu vit verða greið yvir, at hon setir nøkur krøv til politiska myndugleikan, sum má verða fúsur til at seta neyðugu játtanirnar av.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur júst verið á samferðsluráðharrafundi í Lofoten. Sambært upplýsingum haðani er støðan tann, at í londunum, sum hava tikið nullhugsjónina til sín, er talið á deyðum og skøddum bert lækkað í Danmark.
- Hóast greiðan og góðan málsetning, so er tað ikki vist, at setningurin verður náddur soleiðis, sum ætlað. Men kortini eiga vit at hava ein slíkan til grund, hvørja ferð eitt hvørt verður gjørt í ferðsluni, sigur Bjarni Djurholm.
Ferðslutrygdin í Føroyum er lutfalsliga betrað samsvarandi við gongdina í grannalondunum, vísir hann á.
- Um hugt verður at talinum á deyðum og skøddum í ferðsluni sæst, at ferðslutrygdin í Føroyum støðugt er batnað seinastu 15 árini - tíbetur. Hetta er hent uttan orðaður hevur verið yvirordnaður endamálsetningur, sigur Bjarni Djurholm, sum leggur afturat, at vit kunnu takka Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri gongdina rætta vegin.
- Orsøkin til bøttu trygdina er eisini betri umhugsni, tá nýggir vegir eru gjørdir, ábøtur eru gjørdar á verandi vegakervi, bilverjur settar upp og annað. Bilarnir eru eisini meira ferðslutryggir. Kanska er hugburðurin millum koyrandi vorðin meira tilvitandi viðvíkjandi trygdini og ikki minst eigur Ráðið fyri Ferðslutrygd sín stóra leiklut í gongdini farnu árini.
Á landsstýrisfundi beint eftir ólavsøku fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at umrøða spurningin um ein ferðslutrygdarpolitikk. Upprit verður lagt fyri hini landsstýrisfólkini. Málsetningurin í uppritinum verður, at eingin skal doyggja í ferðsluni. Væntandi fær landsstýrismaðurin stuðul frá hinum í landsstýrinum at fara í holt við at gera ein ferðslupolitikk í samsvari við nullhugsjónina og rikna ferðslupolitikk í grannalondunum, umframt tilsøgn at gera íløgur sambært honum. Um somu tíð situr Ráðið fyri Ferðslutrygd og arbeiðir við at orða eitt uppskot til ein komandi ferðslupolitikk.
- Eitt og hvørt ískoyti til at orða ein føroyskan ferðslupolitikk, er kærkomið, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.