Nú valið nærkast, eru politikarar sum vanligt farnir at »jonglera« við tølum. Tað verður gjørt fyri at vísa ella prógva, hvør hevur framt tey størstu og bestu avrikini til frama fyri ein ella annan samfelagstátt.
Eftir at formaður Javnaðarfloksins hevði sligið fast, at politikkur floksins var »Vælferð fram um fullveldi«, svaraði formaður Tjóðveldisfloksins aftur, at gongdin í hesum valskeiðnum er »minni blokkur ? men meira til almanna-, heilsumál, útbúgving og mentan«. Við trúligum tølum vísti varaløgmaður á, at játtanin til hesi øki eru økt 9 prosent hetta valskeiðið. »Stik den«!
Hesi tøl vóru próvfast hjá vanliga lesaranum, til løgtingsmaðurin Hans Pauli Strøm legði upp í og slerdi fast, at játtanin til hesi málsøki er lækkað eini 20 prosent í virði seinastu árini, og at formaður Tjóðveldisfloksins hevur ikki tikið prísvøksturin ? inflatiónina ? við í síni talframløgu. Eftir tølunum hjá løgtingsmanninum í Norðurstreymoy hevur prísvøksturin verið 49 prosent, meðan játtanin til almenna- og heilsumál, útbúgving og mentan bara er hækkað 26 prosent. Skuldi játtanin hildið tørn, var hon ikki 1,7 milliard, men uppi á 2,5 milliardum. »Kom so aftur Høgni«!
»Hvor om alting er«, so sigur tann kaldi veruleikin, at grundleggjandi tørvurin innan fleiri samfelagstættir er »skríggjandi«. Skúlanum vantar pening fyri at halda nýggju lógina. Landssjúrkrahúsið noyðist at steingja deildir á jólum og um summarið. Menningartarnað verður aftur í ár rikin út. Dagrøktin fær ikki so mikið av peningi, at hon kann vaska hjá teimum gomlu nú í summar! O.s.fr. O.s.fr.
Men, sum Karsten Hansen segði við Útvarpið mánadagin, tørvurin er ómettiligur. Rætt hevur hann í tí, og rætt er at vera varin í játtanum, men hvussu skilja eldri fólk, at tað verður ikki vaskað hjá teimum, samstundis sum Karsten telur milliónir og milliónir í avlopi á Argjum? Tað skilja bara tey, sum ganga í blindum, og trilva seg fram móti tí eina »saliga« málinum!
»Skomm«, kallar Hans Pauli Strøm støðuna í seinri grein síni. Hon slær at enda fast, at samstundis sum 0 (null) milliónir eru játtaðar til fleiri ellis- og røktarheim hetta valskeiðið, hóast tørvurin er 300 milliónir til íløgur og 100 til árligan rakstur, er játtanin til Miðfyrisitingina (aðalstýrini) økt 30 milliónir ella 98 prosent. Tað hevur óivað verið neyðugt, men játtanin til tey eldru er nógv meiri neyðug. Tað er henda játtanin komandi fígggjár, sum m.a. skal vísa, hvussu samhaldsfastir Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru, ella ikki eru!