Null-mark fyri rúsevni

Ein broyting er, at sett verður null-mark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum. Í sambandi við rúsdrekkakoyring, verður blóðroynd tikin, ið vísir, hvussu stór alkoholstyrkin í blóðinum er, og fer hon upp um ta í lógini ásetta markið, kann persónurin ákærast fyri brot á ferðslulógina

Ein blóðroynd kann eisini vísa, um persónur hevur í sær rúsevni, men sambært galdandi lóg kann hann, hóast hann hevur rúsevni í blóðinum, ikki dømast uttan so, at tað við nærri kanningum verður prógvað, at hann ikki hevur verið førur fyri at koyra akfarið.

Tað er ikki á líknandi hátt sum við rúsdrekkapromillu gjørligt at seta eitt mark fyri, nær tey ymisku rúsevnini ávirka førararaevnini, og tí verður skotið upp, at als onki rúsevni verður góðtikið.

Samstundis skal revsingin fyri at koyra, tá ein hevur tikið rúsevni, líkjast revsingini fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, eins og virknaðurin av endurtøku skal verða tann sami, sum tá talan er um rúsdrekka.