Null-loysnin

Nógv hevur verðið skrivað um null-loysnina, og regla oman á reglu verður løgd oman á okkum, hvussu vit skulu bera okkum at í ferðsluni. Tað almenna eigur at ganga á odda í hesari stremban

Her fari eg at venda mær til mína egnu komunu, Fuglafjarðar komunu: Gerið hávatenn og seti trýkant á krossin omanfyri havnaskrivstovuna, har stórur skaði hendi herfyri, sum lætt kundi verið nógv verri. Fái eisini skil á krossin oman fyri skúlan, har so mong børn og ung ganga hvønn dag, áðrenn skaði verður her.