Í Null-hugsjónini verður býurin býttur sundur í trý økir. Hetta verður gjørt fyri at skilja tey ferðandi í ferðsluni sundur, og at har sum bilar og fólk eru saman, skal ferðin vera lítil. Í fríøkinum eru gongu- og súkkluteigar, lundir, torg, gongugøtur og spælipláss. Har kunnu bæði børn og gomul vera í friði og náum.
Mjúka økið
Í mjúka økinum er eitt samanspæl millum teirra, sum eru í ferðsluni. Har koyra bilarnir spakuliga, gøturnar hava sjónskt og skynsamt snið, so tann ferðandi aldri er í iva um, hvat ið hvør hevur í kvittanum at gera. Har eru eisini ymisk sløg av gøtum, og bilarnir skulu altíð víkja fyri teimum, sum eru til gongu. Hámarksferðin er 30 ella 50 km/t.
Flutningsøkið
Í flutningsøkinum hevur fólka og góðsflutningurin fremstu raðfesting. Bilferðslan koyrir eftir einum veganeti við javnari og hóvsamari ferð. Hetta velja bilførararnir at gera, tí at framkomumøguleikarnir eru so góðir. Tað er bara í undantaksføri, at bilarnir koyra inn í mjúka økið. Í flutningsøkinum eru eingi fólk til gongu ella á súkklu. Ferðin er 50 ella 70 km/t.
Kelda: RFF