Nugent til Portsmouth

Í síðstu viku boðaði Preston frá, at teir høvdu tikið av boðum frá tveimum liðum í ensku Premier League uppá teirra stjørnuáleypara, David Nugent.

Og eftir øllum at døma hevur enska Premier League felagið, Portsmouth, nú vunnið dystin um Preston-áleyparan, sum fekk debut á enska landsliðnum fyrr í ár. Prísurin fyri 22 ára gamla ensla áleyparan er sum skilst góðar 75 mió. kr., og venjarin hjá Portsmouth, Harry Redknapp er væl nøgdur. – Hann er ein av teimum fáu áleyparunum í lægru deildini, sum fer at klára seg í Premier League.