Á løgtingsvalinum seinni í ár, vilja tey í Unga Tjóðveldi eisini hava umboð í løgtingið.
Tað siga tey í yvirlýsing eftir landsundin í felagnum.
Tey halda, at ungdómurin hevur tørv á at fáa eina rødd á løgtingið og tey halda eisini, at tað er nó mikið at tríva í
Unga Tjóðveldið hevur stillað tvey valevni upp til løgtingsvalið á listanum hjá Tjóðveldi, tey eru Tór Marni Weihe og Kristina Clementsen
Tey vísa á, at føroyingar eru í harðari kapping við okkara grannalond um ung og klók høvd, og tað harmar tey, at ”okkara fólkavaldu ikki síggja ung sum eina íløgu, ið bæði skapar búskaparvøkstur og framgongd”, sum tey taka til
- Akkurát sum okkara eldri, verða eisini tey ungu verða, viðfarin og umrødd sum ein byrða, ið onkursvegna tyngir samfelagið.
Tey halda, at hjá samgonguni er sambandið við vanliga føroyingin fokið, tí tá ið heilir samfelagsbólkar verða niðurgjørdir og umrøddir sum óynsktir.
Nøkur ítøkilig mál, tey halda mugu fremjast, er, at valrætturin skal lækkast niður í 16 ár, og at undirvísingin í samfelagsfrøði í skúlunum verður styrkt samsvarandi. Tey halda, at samfelagsfrøði og fólkaræði skulu verða sjálvstøðugar lærugreinar í fólkaskúlanum og ung skulu hava umboðan bæði í kommunustýrum og á løgtingi.
Tey halda eisini, at stórur saknur er í heilsusystrum í miðnámsskúlunum, og tí eiga tær, saman við sálarfrøðingum, at knýtast at miðnámsskúlunum.
- Kanningar, ið staðfesta, at fleiri ung ganga í sjálvmorðstonkum, og í ov stóran mun eru strongd, skulu takast í álvara, halda tey í Unga Tjóðveldi.










