Nu vil Zlatan hava ein bil

Zlatan Ibrahimovic er ársins spælari í Svøríki fyri áttandi ferð

Zlatan Ibrahimovic eigur nú átta gullbóltar, sum hann hevur fingið fyri at verða ársins spælari í Svøríki átta ferðir.

 

Zlatan var í stórform, tá hann tók móti áttinda gullbóltinum og helt fyri, at nú vildi hann also heldur hava ein bil, tí hann eigur so nógvar gullbóltar.

 

-       Hvat skal eg siga aftan á 8 gullbóltar. Kann eg fáa ein bil? Kanska aftaná 10 gullbóltar, spyr Zlatan speiskur á málinum, eftir at hann hevur vunnið heiðurin sum ársins spælari 2013.

 

Zlatan Ibrahimovic er eisini í uppskoti til ársins mál í 2013, sum altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, skipar fyri.