Sebastian Pingel sigur við bold.dk, at hann nu gevst í týskum fótbólti og vil sleppa heim til Danmarkar at spæla fótbólt.
Orkuríki áleyparin spældi við B36 í 2016, 2020 og 2021. Har í millum spældi hann trý ár við HB. Tíðliga í 2022 skifti Sebastian Pingel til Phönix Lübeck í Týsklandi, sum spælir í lægri deildunum.
- Nú vil eg gjarna sleppa heim til Danmarkar at spæla aftur. Tað eru nøkur ár síðani at eg var heima. Eg havi upplivað nógv í Føroyum og Týsklandi. Eg havi eisini spælt fleiri dystir í Evropa og sikti eftir at sleppa í næstbestu deildina í Danmark, sigur Sebastian Pingel við bold.dk.
Sebastian Pingel er nú blivin 30 ár og sigur, at hann kennir seg væl fyri til at royna nakað nýtt.