Tíðindabløðini í Onglandi hava í dag verið á tremur við søgum um hendingina í gjáramorgunin, tá ið sjey oddamenn í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, vórðu handtiknir í Zürich undir illgruna fyri at hava framt umfatandi fíggjarsvik.
Sambært BBC, so er svikað fyri eina heila milliard krónur seinastu 24 árini. Eitt nú skal mutur vera farið fram í sambandi við forsetavalið av Sepp Blatter, eins og FIFA skal hava tikið ímóti mutri í sambandi við val av HM-vertstjóð.
ITV ber tíðindini um, at Jack Warner, sum er ein av teimum handtiknu og er fyrrverandi FIFA-varaforseti, beinleiðis seldi HM-endaspælið í 2010 til Suðurafrika. Góðar 70 milliónir fekk hann burturúr tí.
Rumblið hava ensku bløðini vent til sín egna fyrimun og The Sun hevur í dag yvirskriftina: “Skommin í HM: Gev Onglandi tað”. Fyrrverandi UEFA-forsetin, 85 ára gamli Lennart Johansson, stuðlar onglendingunum.
- Teir hava ikki havt tað síðani 1966, og tað verður kallað “móðurlandið hjá fótbóltinum”. Hvat vit so enn halda um tað, so hava teir uppiborið at fáa uppmerksemi, segði Lennart Johansson við svenska Sportbladet í gjár.
Ensku bløðini fara illa við FIFA. Martin Samuel á Daily Mail skrivar, at Sepp Blatter er verri at koppa av trónuni enn Osama Bin Laden, meðan onnur bløð hava yvirskriftir so sum ”The Shame Game”, ”Sepptic Blatter” og ”How can Blatter survive?”.