Nú verður farið undir at gera ábøtur á ein tann elsta vegin í landinum. Tað er vegurin ígjøgnum Sandslíð, har ætlanin er at gera umfatandi ábøtur. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Partamaður hansara, Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og sandingur, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir eru um at gera ábøtur á vegin.
Hann vísir á, at vegurin er í sera ringum standi, hann er einsporaður og har koyra nógvir lastbilar eftir honum. Samstundis fer Bakkafrost undir at byggja heimsins størstu lívfiskastøð í Skálavík, og tá Sandoyartunnilin er veruleiki, kann væntast, at ferðslan fer at økjast nógv, eisini av ferðafólkabussum.
Jørgen Niclasen vísir á, at vegurin gjøgnum Sandslíð 1.500 metrar langur, hann er einbreytaður og liggur í brattlendi. Vegurin er til eysturbygdirnar á Sandoynni, Skarvanesi, Skálavík, Húsavík og Dal og har búgva eini 250 fólk tilsamans. Tað koyra einir 400 og 500 bilar eftir vegnum um dagin.
Í løtuni verður arbeiðið fyrireikað at breiðkað so at hann verður tveysporaður allan vegin. Í høvusheitum verður vegurin breiðkaður inn eftir móti fjallinum men so verður ein grøv gjørd í ovara borði at taka ímóti gróti sum ríður oman. Verkætlanin verður boðin út til privatar fyritøkur at kappast um og miðað verður eftir fara undir arbeiðið næsta summar.
Sambært Landsverki, kann arbeiðið verða liðugt í 2023- 2024, men tað er treytað av, at Løgtingið játtar pengar til endamálið og at aðrir trupulleikar ikki stinga seg upp.
Eftir ætlan skal ferðslan haldast gangandi ímeðan arbeiðið fer fram. Men vegurin kann verða stongdur eftir avtalu við Landsverk, tá ið sprongt verður, men tað kann gerast í eini fastari skipan so at fólk vita nær vegurin verður stongdur.
Annars hevur talan eisini verið um at gera tunnil ígjøgnum Sandslíð, men tað verður av ongum. Í samferðsluætlanini sigur, Landsverk, at onkrastaðni er lendið undir vegnum eisini vánaligt, men hann hevur mælt til at breiðka, og tryggja vegin, heldur enn at gera tunnil ein part av strekkinum. Tað er eitt arbeiðið, sum fer at kosta einar 25-35 milliónir. Skal loysnin við tunli gerast, verður tunnilin 280 til 345 metrar langur og so fer arbeiðið at kosta ímillum 290 og 357 milliónir.











