Ein lítil hátrýstryggur mennist yvir Føroyum, meðan eitt lágtrýst týsdagin flytir seg úr Norðsjónum í ein útnyrðing yvir Føroyar við regni. Síðani mennist eitt størri lágtrýstsøki millum Írland og Ísland og brúgvaløg koma yvir Føroyar úr útsynningi.
Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri og eystri, 3 til 8 metrar um sekundið, turt og í støðum sóllglottar. Hitin millum 10 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig. Í nátt verður eitt lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggj reka yvir landið úr eystri, men enn verður turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul, mest frá eystri og landnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið. Sum frá líður øtlar hann vindin upp í eitt stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið, av eystri. Skýggjað og seinnapartin regn av eystri. Um náttina verður eit andøvsgul upp í ein strúk millum landsynning útsynning, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mikudagin verður eitt gul til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið, seinni á dagin snarar hann í landsynning. Skýggjað og fyrst regn, sum seinni á degnum klárar í og sólin sær. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin um 10 stig.
Hósdagin veksur hann vindin og verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, men út á dagin minkar hann vindin til eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælaveður, men seinnapartin klárar kanska í. Út á náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið og regn. Hitin millum 10 og 13 stig.
Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælingur av og á, um náttina klárar í. Hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólglottar og hitin um 10 stig.