Ein hátrýstsryggur yvir Føroyum fer í ein eystan og eitt brúgvalag flytir seg sunnudagin inn yvir Føroyar úr vestri og verður liggjandi nær oyggjunum til týsdagin. Mikudagin fer enn eitt brúgvalag fram við Føroyum av útsynningi og hevur við sær óstøðuga luft og ælaveður.
Veðrið sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, og sum frá líður regn. Sunnukvøld og mánanátt gul til stívt andøvgsul úr suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar og verður til eitt lítið lot, undir 7 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av suðri, seinni ymsum ættum, 3 til 7 metrar um sekundið, um náttina mest millum norðan og eystan. Skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin um 10 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av norði ella eystri, 3 til 8 metrar um sekundið, um náttina snarar hann í ein sunnan. Sum frá líður turt og kanska sólglottar. Hitin um 10 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, skýggjað og regn. Um kvøldið og náttina snarar hann í ein útsynning og tað klárar í, men seinni aftur regn og ælaveður. Hitin um 10 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, um náttina makar hann niður í undir 6 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður og hitin um 10 stig.
Fríggjadagin
Eitt lítið lot av suðri ella ymsum ættum, undir 6 metrar um sekundið, seinni eitt lot til andøvsgul av vestri, 3 til 7 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum 7 og 10 stig.
Myndina hevur Ingi Sørensen tikið.