Eitt hátrýst yvir Norðsjónum við einum hátrýstsryggi upp í Norðurhavið flytir seg spakuliga í ein eystan, meðan lýggj og turr luft streymar móti Føroyum úr einum landsynningi. Um vikuskiftið verður umráð til meiri óstøðugt veður.
Mikudagin verður turt og kanska verður sól. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig. Hósnáttina verður turt og skýggjað. Hitin niður í 10 stig. Tað verður eitt gul til stívt andøvsgul úr landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og klárt. Hitin millum 10 og 13 stig.
Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól. Hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og eitt sindur av sól. Hitin millum 10 og 13 stig.
Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið, eina løtu upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig.
Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, seinni eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig.










