Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera oljuna eitt sindur bíligari

Fyri eina vanliga familju svarar tað til eina sparing upp á einar 3000 krónur um árið

Oljuavgjaldið eigur at verða tikið av. Tað halda tey í Miðflokkinum. Og sostatt fara teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, Steffan Klein Poulsen og Jenis ac Rana nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka oljuavgjaldið.

 

Í hesum sambandi vilja tey hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at avtaka oljuavgjaldið.

 

Í løtuni kostar húsarhaldsoljan umleið 10 krónur fyri liturin og av tí fer meiri enn ein fjórðingur í landskassan í mvg og avgjøldum.

 

Eitt av hesum avgjøldum er eitt serligt oljuavgjald til landskassan, sum er upp á 80 oyru fyri liturin, og tað er hetta avgjaldið, sum Miðflokkurin nú vil hava avtikið.

 

Teir báðir siga, at fyri eitt miðal húski svarar hetta til eina sparing upp á einar 3000 krónur um árið. Men fyri landskassan er ikki talan um nakran serligan miss, tí so hvørt oljuprísurin er hækkaður, eru inntøkurnar av mvg eisini hækkaðar og inntøkurnar av mvg av olju eru nógv størri nú enn tær vóru fyri einum góðum ári síðani.

 

Men Miðflokkurin sigur, at skuldi prísurin hinvegin lækka munandi, er Miðflokkurin at seta oljuavgjaldið í gildi aftur, men tá skal tað vera eftir upprunaligu skipanini, har tað lækkar so líðandi, so hvørt prísurin hækkar – men so hækkar tað aftur, tá ið prísirnir lækka.

 

– Hækkaða oljurokningin er  so ovurhonds stór fyri vanliga húsarhaldið, at mong hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman,  og eru um at hoykna undir byrðuni, sigur Miðflokkurin.

 

– Einamest rakar hetta barnafamiljurnar og tey, sum einans hava pensjón at liva av, leggja tey afturat.