Nógv umtalaði trýsttangin, ið hevur staðið í hølunum hjá Vørn á Hjalla, verður nú fluttur oman á Landssjúkrahúsið.
Trýsttangin hevur elvt til nakað av togtogan millum Fiskimálaráðið og Heilsumálaráðið, ið ikki kundi einast um, hvør hevði ábyrgd av tanganum og hvør skuldi fíggja hann. Eina tíð var støðan so galin, at kavarar í Føroyum løgdu arbeiði niður, tí eingin avgerð fyrilá um tangan, og gjørdi hetta umstøður teirra ov ótryggar.
Endaliga avtalan gjørdist, at Heilsumálaráðið skal hava og reka tangan, sum skuldi flytast oman á Landssjúkrahúsið. Sjálv flytingin hevur verið nakað seinkað, men nú boðar Landssjúkrahúsið frá, at tangin verður fluttur seinast í apríl.
- Trýsttangatænastan verður óvirkin frá mánadagnum 20. apríl 2015 kl. 08.00 til mánadagin 27. apríl kl. 08.00, um ikki onnur fráboðan kemur. Hetta er í sambandi við at tangin verður fluttur úr núverandi hølum hjá Vørn á Hjalla til nýgjørd høli hjá Landssjúkrahúsinum í J. C. Svabosgøtu, stendur at lesa á heimasíðu Landssjúkrahúsins.
Kavarar noyðast tó ikki at liggja stillir hesa vikuna, tí boðini av Landssjúkrahúsinum eru, at um tilburðir av kavarasjúku vera, meðan tangin er óvirkin, fer Landssjúkrahúsið at seta seg í samband við antin Landspítalin í Reykjavík ella Royal Infirmery í Aberdeen um møguliga viðgerð, og verður sjúklingurin tá fluttur loftvegis.










