Nú verður trongligt á sambandslistanum

Greining: Nýggjasta uppstillingin hjá Sambandsflokkinum við tungvektarunum Edmundi Joensen og Magna Laksafoss bendir á, at ein formansuppgerð er á veg.

GREINING:Nýggjasta uppstillingin hjá Sambandsflokkinum við tungvektarunum Edmundi Joensen og Magna Laksafoss bendir á, at ein formansuppgerð er á veg.

 

Tað styrkir uttan iva um listan hjá Sambandsflokkinum, at fyrrverandi tungvektararnir í flokkinum, Edmund Joensen og Magni Laksafoss, nú aftur stilla upp fyri flokkin.

 

Týðuligt er eisini, at nú verður trongt á listanum. Øll sleppa sjálvandi ikki inn, og tá Sambandsflokkurin stendur til afturgongd, so kann tað verða ein munandi skerd – ella broytt – tingmanning, sum verður kosin valkvøldið.

 

Av tí at Sambandsflokkrin er í samgongu, so hevur hann nógv fleiri aktivar politikarar, enn hann hevði havt, um hann var í andstøðu. Flokkurin fekk átta fólk vald seinast. Av tí at trý teirra fóru í landsstýrið, so vóru boð eftir trimum teimum næstu á listanum. Harumframt er nú Edmund Joensen, sum ikki stillaði upp seinast, men sum fekk sera nógvar persónligar atkvøður á fólkatingsvalinum í juni. 2000 fleiri enn Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður og løgmaður.

 

Magni Laksafoss er einaferð valdur á ting. Tað var í 2008, eftir at hann hevði loyst Bárð Nielsen av í Fíggjarmálaráðnum, tí Bárður Nielsen valdi ævintýrið hjá Jákupi á Dul fram um politisku karrieruna. Magni Laksafoss var sera vælumtóktur sum fíggjarmálaráðharri, og hann varð fyrst valdur á sambandslistanum við 979 persónligum atkvøðum – 337 atkvøður fleiri enn Kaj Leo Holm Johannesen fekk.

 

Men tað vóru ikki boð eftir Magna Laksafoss, tá Kaj Leo Holm Johannesen í september í 2008 skipaði samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Magni Laksafoss tyktist ofta vera í andstøðu til leiðsluna í Sambandsflokkinum, og á løgtingsvalinum í 2011 boðaði hann frá, at hann ikki stillaði uppaftur. Tað verður ikki mett, at Magni Laksafoss stuðlar Kaj Leo Holm Johannsen sum floksformann.

 

Við in.fo fyrr í dag segði Magni Laksafoss, at hann – av sínum egnu politisku royndum – hevur havt eina keðiliga magakenslu fyri politikki. Hann sigur, at tíðin er komin til broytingar. Hann kallar løgmanstíðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen fyri eina oyðimarkargongd, har ongar avgerðir eru tiknar, og at í øllum førum einki av týdningi er hent.

 

Hann vil broytingar og nevnir fiskivinnunýskipan og broytingar innan búskapin.

 

Við at Edmund Joensen eisini ger come-back, so kann tann vongurin, sum vil av við Kaj Leo Holm Johannesen sum formann styrkjast. Frammanundan tykist Bárður Nielsen at verða tann sterkasti í tingbólkinum, sum ikki er í parti við løgmanni. Við tveimum tungvektarum aftur at sær – umframt hinar sum eru í tingbólkinum í dag, so kann formanstíðin hjá Kaj Leo Holm Johannesen sum floksformaður nærkast endanum.

 

Veljarakanningarnar hava ikki verið mjúkar við Sambandsflokkin. Onkur hevur givið flokkinum 5 tingsessir, aðrar 6 og 7. Ein kanning er bara ein kanning, men allar kanningarnar seinastu árini benda á, at flokkurin kann rokna við eini afturgongd. Og tað er ikki óvanligt, at flokkur, sum hevur sitið við valdið í tvey valskeið stendur til afturgongd. Tí kunnu vit skjótt koma til ta niðurstøðu, at tað verður ikki pláss fyri øllum teimum fremstu í Sambandsflokkinum í nýggja tingbólkinum.

 

Tað er einki at ivast í, at uppstillingarlistin er styrktur munandi við Magna Laksafoss og Edmundi Joensen. Tí tað snýr seg um at stilla persónar upp, sum kunnu savna atkvøður. Men uppstillingin av júst hesum báðum persónunum strikar undir, at tað stendur ein formansuppgerð fyri framman í Sambandsflokkinum. Hon verður ikki fyri valið. Tað einasta, ið kann steðga henni er, at flokkurin fær eitt framúr gott valúrslit, og at Kaj Leo Holm Johannesen fær eitt næstan líka gott persónligt val sum seinast.

 

Á listanum niðanfyri síggjast tey, sum vórðu vald at umboða flokkin á tingi og landsstýri seinast. Afturat teimum hava vit sett nýggja sambandsmannin Gerhard Lognberg og teir báðar sum gera come-back eins og einasta býráðslimin hjá Sambandsflokkinum í Tórshavnar býráð, sum eisini stillar upp. Tað verður valla pláss til meira enn helvtina av hesum fólkum:

 

1. Kaj Leo Johannesen 1.979 atkvøður

2. Bárður Nielsen 872 atkvøður

3. Bjørn Kalsø 704 atkvøður

4. Rósa Samuelsen 480 atkvøður

5. Alfred Olsen 473 atkvøður

6. Helgi Abrahamsen 404 atkvøður

7. Johan Dahl 327 atkvøður

8. Edva Jacobsen 311 atkvøður

9. Eivin Jacobsen 228 atkvøður

10. Reimund Langgaard 168 atkvøður

11. Jóna Mortensen 161 atkvøður

12. Gerhard Lognberg 344 atkvøður (á javnaðarlistanum)

13. Edmund Joensen  (stillaði ikki upp seinast)

14. Magni Laksafoss (stillaði ikki upp seinast)

15. Annfinn Brekkstein 345 atkvøður býráðsvalið í Havn 2012

 

Ein spurningur, sum Magni Laksafoss og Edmund Joensen uttan iva hava hugsað um er, at tað er ikki altíð so líkatil og lætt at gera come-back í politikki. Pauli Ellefsen royndi tað í 1994, tað gekk ikki.

 

Jóhan Dahl hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp. Týskvøldið verður greitt, um hann heldur orð – ella um hann eisini freistast til at taka eitt tørn afturat.

 

Spurningurin í Sambandsflokkinum er, um tað eydnast onkrum av avbjóðarunum at fáa fleiri atkvøður enn Kaj Leo Holm Johannesen. Soleiðis kann Bárður Nielsen verða formaður í Sambandsflokkinum innan stutta tíð.