Nú verður tað upp aftur dýrari hjá teimum sum skylda pengar

Allir teir fýra bankarnir í landinum boða nú frá, at rentan fer at hækka

Hesa seinastu tíðina er rentan hækkað fleiri ferðir og nú boðað allir teir fýra bankarnir í landinum frá, at rentan hækkar enn eina ferð.

 

Tað hendir eftir at miðbankin í Evropa, og danski tjóðbankin aftur hækkaðu rentuna í farnu viku – hesa ferð var hækkingin ímillum 0,5 og tvey prosentstig. Sum vit skrivaðu í áðni hækkar Norðoya Sparikassi rentuna - men í kjalarvørrinum á rentuhækkiningi uttanlands, hækka allir teir fýra bankarnir eisini rentuna – men rentuhækkinin er umleið tann sama í øllum bankunum.

 

Banknordik sigur, at rentan á vanligum innlánskontum, tað eru lønarkontum og rakstrarkontum, verður ikki broytt. Men renturnar á samansparingarkontum og pensjónskontum, hækka upp til 0,30 prosentstig og útlánsrenturnar hækka somuleiðis upp til 0,30 prosentstig, bæði hjá privat- og vinnukundum. 

 

Hjá vinnukundum kemur rentubroytingin gildi tann 16. januar og fyri privatkundar verður hækkingin sett í verk tann 31. januar,

 

Í Betri Banka hækka renturnar upp í 0,3 prosentstig og tær koma í gildi tann 1. februar.

 

Suðuroyar Sparikassi eisini bæði útlánsrenturnar og innlánsrenturnar upp til 0,30 prosentstig og tað er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar. Rentuhækkingin verður sett í gildi 7. februar. Og í Norðoya Sparikassi hækka innlánsrenturnar og útlánsrenturnar upp til 0,3 prosentstig og tað kemur í gildi tann 3. februar.