Nú verður tað ikki ókeypis longur

Nú verður tað eitt sindur dýrari hjá teimum, sum el-bil

Myndin er frá Sev

Nú verður tað ikki longur ókeypis hjá fólki, sum hava el-bil, at hava løðistøð heima við hús. SEV sigur, at nú í eini royndartíð hevur tað verið ókeypis at leiga eina heimaløðistøð frá SEV. Men nú fær tað ein enda tí frá 1. januar fer SEV at taka leigugjald frá teimum, sum hava løðistøð heima. Leigan verður eitt fast gjald um mánaðin, og Sev sigur, at tað fasta gjaldið verður 89 krónur um mánaðin og tað er við mvg. Leigan verður kravd inn við vanligu uppgerðin hjá SEV. Við í leiguni er haldaragjald, sim-kort, vegleiðing, tænasta, fjarstýrt viðlíkahald, og annað.

 

Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið hjá SEV, sigur á heimasíðuni, at løðistøðirnar hava verið ókeypis í eini royndartíð fyri at tryggja, at fólk løddu bilin heima á tryggan hátt. Og nú tann royndartíðin er av, verður gjaldið lagt á, sigur hann.

 

Myndin er frá Sev