Nú verður skúlin eisini hitaður við vatnorku

Seinasta mánaðin hevur Kvívíkar skúli onga olju brúkt. Skúlin er nú íbundin vatnorkuverkið, sum seinasta árið hevur hitað dagstovnin, Áarlon.

 

Nú er eitt ár liðið, síðan vatnmyllan hjá Kvívíkar kommunu varð tikin í nýtslu, og dagstovnurin Áarlon hevur frá byrjan verið hitað við orku frá vatnmylluni.

 

- Oljunýtslan í Áarlon hevur seinasta árið verið umleið tveir triðingar minni enn undanfarin ár. Oljunýtslan, sum hevur verið, kemst av, at myllan ikki koyrdi optimalt seinasta vetur, tí lítið vatni var í ánni, og frost órógvaði.

 

Tað siga tey í Kvívíkar kommunu. 

 

Ætlanin hevur alla tíðina verið at fingið vatnmylluna knýtta til skúlan, sum eisini hevur svimjihyl, og hin 4. oktober varð skúlin so eisini knýttur til vatnmylluna. 

 

- Tískil hevur skúlin nú eisini verið hitaður við grønari orku í ein mánaða. Hetta hevur eydnast væl, og skúlin hevur onga olju brúkt henda mánaðin, siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

Vatnorkuætlanin er slóðbrótandi í Føroyum.

 

##med2##

 

- Vatnorkuætlanin hjá okkum er at hita kommunalar bygningar í Kvívík við verkinum, samstundis sum árinini á náttúruna eru heilt lítil.

 

Lagt verður aftrat, at arbeiðið at knýta Breiðá upp í verkætlanina er í gongd og væntast at verða liðugt fyrst í komandi ári. 

 

Tá hetta arbeiðið er liðugt, hevur Kvívíkar kommuna tvífaldað vatntøkuna, so orkuverkið kann verða enn meira støðugt.

 

- Um vit kundu gagnnýtt alla orkuna, sum vatnverkið veitir, hevði Kvívíkar kommuna sum hin fyrsta í landinum rokkið málinum um null útlát, verður sagt úr Kvívík.

 

##med3##

 

 

Hetta er fitta og snøgga mylluhúsið, har vatnmyllan stendur.