Klokkan sjey í kvøld verður politiska semjan um undirsjóvartunlarnar til Eysturoy og Sandoy, løgd fram alment.
Tað hendir á almennum fundi í Miðlahúsinum klokkan sjey í kvøld, tá ið bæði landsstýrismaðurin í tunlamálum, og umboð fyri hinar flokkarnar á tingi, fara at greiða frá og somuleiðis fer stjórin í Landsverki fortelja um linjuføringar, prísir og ferðslukanningar. |
Tað er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Huxa, ið saman við Havnar Framburðsfelag skipar fyri almenna fundinum, har høvi eisini verður hjá fundarfólkinum at seta fram spurningar.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jóhan Bech Húsgarð, næstformann í Huxa, greiða frá, hví feløgini halda tunlasemjuna verða so áhugaverda, at hon skal leggjast fram á einum serstøkum fundi.