Nú verður royking bannað á størsta arbeiðsplássi í landinum

Tey vilja ganga á odda við at seta heilsufremjandi tiltøk í verk

Frá fyrsta januar skulu starvsfólkini á nógv størsta arbeiðsplássi í landinum, venja seg við ein heilt nýggjan arbeiðsdag. Frá fyrsta januar fær sjúkrahúsverkið nevniliga ein nýggjan roykipolitikk, sum er strangari enn tann, tey nú hava. Roykipolitikkurin, sum nú er galdandi, sigur, at tað er ikki loyvt at roykja inni á Landssjúkrahúsinum og tað er heldur ikki loyvt at roykja beint uttanfyri høvuðsdyrnar. Hinvegin er eitt roykiøkið til vinstru uttanfyri høvuðsinngongdina.

 

Men frá fyrsta januar verður tað merkir tað bannað hjá starvsfólkunum á teimum trimum sjúkrahúsunum at roykja í arbeiðstíðini, men sjúklingar kunnu framvegis roykja á økinum, sum er sett av til endamálið. 

 

Í eini fráboðan til starvsfólkið sigur leiðslan, at sum sjúkrahús hava tey eina týdningarmikla ábyrgd at skapa karmar fyri einum roykfríum umhvørvi, so at sjúklingar og starvsfólk verða vard ímóti royki í arbeiðstíðini.

 

– Sum sjúkrahús vilja vit at ganga á odda við heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøkum, sigur leiðslan á sjúkrahúsverkinum.

 

 Í sambandi við at arbeiðstíðin verður roykfrí, bjóðar Sjúkrahúsverkið eisini starvsfólkunum skeið í at leggja av at roykja, bæði á Suðuroy, í Havn og í Klaksvík. Skeiðið ikki kravt, men eitt tilboð til starvsfólkið. 

 

Tey siga, at hesi seinastu árini eru ymsar royndir gjørdar at gera sjúkrahúsini roykfrí fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. Enn er ikki komið á mál, og spurningurin hevur fleiri ferðir verið til umrøðu í samstarvsnevndini og í leiðsluni. Men nú verður tað so sett í verki, at starvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum ikki hava loyvi at roykja ímeðan tey eru til arbeiðis.