Nú verður Real Madrid kannað

Real Madrid kann fáa somu lagnu sum Barcelona fyri brot á keypsreglugerðina

Barcelona hevur fingið keypsbann í eitt ár, tí teir hava brotið reglugerðina fyri at keypa spælarar undir 18 ár. Nú verður Real Madrid eisini kannað fyri keypið av teimum 12 ára gomlum spælarum úr Veneusela.

 

Tíðindini kom eftir, at Real Madrid í farnu viku hevur keypt norska stórtalentið, Martin Ødegaard, og brasilska stjørnuskotið, Lucas Silva. Hetta verður av miðlunum mett sum, at Real Madrid ger klárt til at felagið kann fáa somu revsing sum Barcelona.

 

Bæði Real Madrid og Barcelona eru mangan aktiv, tá flytingarvindeygað er opið. Tí kann tað verða spennandi at uppliva eitt flytingarvindeygað, tá hvørki Barcelona ella Real Madrid sleppa at keypa.