Nú verður pláss fyri 140 børnum afturat

Pláss verða bæði í Havn, í Hoydølum og á Argjum

Fólkatalið í Havn er vaksið nógv hesi seinastu árini og eitt úrslit av tí er, at tað verður brúk fyri nógv fleiri plássum á barnagørðum og í vøggustovum. Sostatt hevur býráðið nú samtykt at útvega fleiri pláss. Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at byggja Miðstovnin í Kongagøtu út og tað verður liðugt at taka í nýtslu nú í apríl. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður pláss fyri 24 børnum afturat í vøggustovu og 20 børnum afturat í barnagarði. Harumframt verða eisini fleiri pláss í Lonunum í Hoydølum. Har verða ein vøggustova og ein barnagarðsstova stovnað við tilsamans 32 plássum.

 

Umframt hetta, sum er samtykt, arbeiðir býráðið eisini við at byggja dagstovninum á Hamrinum á Argjum, so at har verður pláss fyri 64 børnum afturat.