Nú verður ólógligt hjá ungum at brúka solarium

Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið er at minka um vandan fyri at fáa krabbamein

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum bannar teimum, sum reka solarium, at lata ung undir 18 ár sleppa at brúka solarium.

 

Í hesum sambandið er forboðið galdandi, hóast foreldrini ella verjin hjá ungum 18 ár, geva loyvi til tað.

 

Samstundis verður tað nú eitt krav, at solarium skulu vera mannað við starvsfólki, sum er yvir 18 ár, so tann, ið eigur eitt solarium, sum er ómannað, má nú seta starvsfólk í starv.

 

Harafturat verður tað nú eisini ólógligt hjá almennum stovnum at selja solarium yvirhøvur. Her er talan bæði um stovnar undir landinum og um kommunalar stovnar.

Hetta merkir, at nú fer heldur ikki at bera til at keypa sól í svimjihallum.

 

Uppskotið er skrivað og verður lagt fyri Løgtingið í næstum.

 

Karsten Hansen vísir á, at hetta er í samsvari til Krabbameinsætlanina, har mælt verður til at bannað ungum undir 18 ár at brúka solarium.

 

Orsøkin til tað er, at tað er staðfest, at solarium kann elva til krabbamein og tí eru strálurnar frá solarium settar í sama vandabólk sum asbest, arsenikk og tubbak.

 

- Sólarljós og solarium sól eru vanligastu orsøkirnar til móðurmerkja- og húðkrabbamein, staðfestur Karsten Hansen

 

Ein kanning hjá Gallup í Føroyum vísir, at 24 prosent av teimum ungu í aldrinum frá 15 til 24 brúka solarium.

 

Samstundis er vísindaliga staðfest, at tess fyrr, fólk fara at taka sól, tess størri er vandin fyri at fáa krabbamein.

 

- Vandin at fáa krabbamein av solarium, er serliga stórur hjá teimum, sum fara at taka solariumsól, tá tey eru tannáringar ella í tjúgunum.

 

Samstundis vísa kanningar, at hjá fólki,  sum fara at taka sól, tá tey eru yngri enn 30 ár, økist vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabbamein, 75 prosent.

 

 - Við tað, at tað er eitt vísindaliga staðfest samband millum solariumsól, krabbamein og byrjanaraldur, er tað tí týdningarmikið, at serliga børn og ung ikki taka solariumsól, sigur Karsten Hansen

 

Hann vónar , at forboðið fer at hava við sær, at børn og ung ikki fara at taka solarium, ella í øðrum lagi, at tey verða eldri, tá ið tey byrja.

 

- Stundum verður ført fram, at neyðugt er at brúka solarium fyri at kroppurin kann fáa neyðuga ískoyti av D-vitaminum, ásannar Landsstýrismaðurin

 

Men hann vísur á, at  alheims heilsustovnurin, WHO, hevur mælt til, at hava fólk tørv á at fáa fleiri D-vitaminir, enn til ber at fáa við vanligum sólarljósi, eigur hetta at verða gjørt umvegis kostin og ikki við at brúka solariumsól.