Nú verður farið undir arbeiðið at leingja atløgubryggjuna á molanum á havnini á Krambatanga.
Í dag undirskrivaði Landsverk sáttmála við J&K Petersen um at leingja atløgubryggjuna á Krambatanga, so atløguviðurskiftini hjá Smyrli kunnu gerast munandi betri.
Arbeiðið, sum skal gerast, er at leingja atløgusíðuna á molanum á Krambatanga einar 40 metrar.
Tá útbyggingin er liðug, fara atløguviðurskiftini at vera munandi tryggjari hjá Smyrli, sum tá hevur tveir tryggar møguleikar at leggja at á Krambatanga, tí tá kann hann liggja framvið landi, ella framvið molanum, alt eftir, hvussu ættin er.
Arbeiðið kostar 11 milliónir krónur, og J&K Petersen, vann útbjóðingina.
Í fyrstu atløgu vóru ætlanir um bert at leingja molan seks metrar, og síðani gera restina loypandi, so hvørt játtan var tøk.
Hetta varð seinni broytt, tí fíggjarligu fyrimunirnir við at gera alt arbeiðið beinanvegin eru so mikið stórir, at avgerð varð tikin um at seta alt arbeiðið ísenn.
Arbeiðið skal vera liðugt í heyst.