Nú verður nógv bíligari at vera foreldur í Klaksvík

Prísurin fyri at hava smábørn í ansing í Klaksvík, lækkar munandi

Tað skal verða nógv bíligari at hava smá børn í Klaksvík!

 

Klaksvíkar Býráð hevur sett sær fyri at lækka gjøldini, foreldur rinda fyri at at hava børn í vøggustovu, í barnagarði og í dagrøkt, munandi.

 

Klaksvíkar Býráð fer nú at viðgera fíggjarætlanina fyri næsta ár og í tí sambandinum ætlar býráðið, at næsta ár skulu foreldur tilsamans rinda 1,4 milliónir minni fyri at hava børnini í ansing hjá kommununi.

 

Tað merkir, at eitt pláss, í vøggustovu, sum foreldur í dag rinda 2.400 krónur fyri, lækkar niður í 1950 krónur.

 

Sostatt verður tað 450 krónur bíligari at hava eitt barn í vøggustovu í Klaksvík næsta ár.

 

Eitt pláss í barnagarði, sum í dag kostar 1.700 krónur, lækkar  317 krónur, niður í 1.383 krónur tann 1. januar.

 

Og eitt pláss í dagrøktini, sum í dag kostar foreldrunum 2.200 krónur, lækkar 410 krónur, niður 1.790 krónur.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at býráðið hevur samtykt, at hesi næstu fýra árini, skal gjaldið hjá foreldrunum fyri at hava børn í kommunalari ansing, lækka 35 prosent.

 

Tað merkir, at eitt vøggustovupláss, sum í dag kostar 2.400 krónur, fer at kosta 1.564 krónur í 2017.

 

Borgarstjórin sigur, at avslátturin fyri at hava fleiri børn í ansing, verður lækkaður tilsvarandi.

 

Lækkingin næsta ár, er fyrsta stigið á leiðini, og tað er 19 prosent.

 

Jógvan Skorheim sigur, at hetta er eitt slag av einum skattalætta, sum býráðið er samt um at veita barnafamiljum.

 

- Vit kundu lækka barnafrádráttin 1000 krónur fyri hvørt barnið, og tað hevði kostað kommununi 1, 2 milliónir og hevði givið hvørjum foreldrum 89 krónur meiri at liva fyri um mánaðin.

 

- Tí lækka vit heldur foreldragjaldið og tað gevur foreldrum við einum barni í vøggustovu, 450 krónur meiri at liva fyri um mánaðin, staðfestir borgarstjórin.