Nú verður NemID krav

Nýtir tú teldil til netbanka, verður tað um ein mánað krav, at tú hevur NemID

 

Mikið rok stóðst av, tá bankarnir boðaðu frá, at føroyskir netbankabrúkarar nú skuldu fáa sær NemID, um teir framhaldandi skuldu nýta netbankan.

Trýst frá brúkarunum bar tó við sær, at ætlanin varð slept, so viðskiftafólk ístaðin kunnu velja, um tey skulu hava NemID, ella um tey framvegis brúka gomlu innritingarskipanina.

Men eftir øllum at døma merkti hetta bara, at kravið varð slept fyribils. Eik skrivar nevnliga á heimasíðu sínari, at talan hevur verið um skiftistíð. Í øllum førum, tá talan er um teldlar.

Nú verður sagt, at skiftistíðin er um at verða liðug. Eftir 17. november í ár verður nevnliga ikki gjørligt at rita inn við gomlu skipanini umvegis teldlar. Tí verður nú neyðugt hjá hesum viðskiftafólkum, at tey hava NemID, um tey framvegis skulu nýta netbankan á teldli.