Nú verður mótstøðan øgilig

Portrið er trongt, og føroyingar skulu vinna tvey undanumfør aftrat, um tað skal eydnast at vinna luttøku í HM endaspælinum

Stóri spurningurin í kvøld er, hvussu tað nú verður við hondbóltslandsliðnum, hvør næsta uppgávan verður, og hvat skal til fyri at røkka í HM endaspælið, sum verður um eitt ár í Póllandi og Svøríki. Tann kappingin verður um akkurát eitt ár. Fyrstu dystirnir vera 12. januar, og finalan er sett at vera 29. januar.

 

Við 26 – 19 sigri ímóti Lettlandi tryggjaðu Føroyar sær í kvøld rætt at halda fram í kvalifikatiónini fram ímóti HM endaspælinum. Men vegurin er framvegis bæði langur og trongur.

 

Enn er ikki greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í næsta umfari. Men tað er greitt, at talan verður um heimadyst og útidyst ímóti einari aðrari europeiskari hondbóltstjóð, og at dystirnir verða spældir í viku 11, sum er frá 13. til 20. mars.

 

Um tað aftur tá eydnast Føroyum at spæla seg víðari í kappingini, so bíðar eitt umfar aftrat. Tá verður mótstøðuliðið eitt av teimum, sum í løtuni er upptikið í EM endaspælinum í Ungarn og Slovakia.

 

Føroyar379764
Italia391784
Luksemborg389853
Lettland372921

 

 

 

Føroyar og Italia halda fram í HM undankappingini