Tíðliga í gjárkvøldið varð boðað frá eldi í einum sethúsum í Varðagøtu í Havn. Í gjár visti løgreglan lítið meira at siga um málið - annað enn, at eldurin var sløktur.
Í morgun er framvegis einki nýtt um tað, sum hendi í Varðagøtu, men vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey nú eru í holt við at kanna málið.
Sum skilst, er talan mest um roykskaða í húsunum, har eitt fólk varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Um seinasta samdøgur annars, sigur vaktleiðarin, at tað hevur verið stak friðarligt, og at einki av týdningi er komið í samdøgurfrágreiðingina.