Nú verður Magn grønari

Oljufelagið hevur keypt eitt grønt orkufelag

Í 2018 keypti Magn 70% av partabrøvunum í Demich. Nú hevur Magn keypt restina av partabrøvunum. Yvirtøkan er liður í miðvísa arbeiðinum hjá Magn at gerast týdningarmikil leikari í grøna orkuskiftinum, sigur Magn í tíðindaskrivi.

 

Hesi seinastu mongu árini hevur Demich lagt stóran dent á á at veita grønar orkuskipanir. Avtala er gjørd við gomlu eigararnar um at halda fram í fyritøkuni, og tí heldur raksturin fram óbroyttur, sigur Magn.

 

Bjarne Hansen, ið var partur av gomlu eigarunum, er nýggjur stjóri í fyritøkuni. Við yvirtøkuni er ætlanin eisini at knýta feløgini tættari saman.

 

Saman við stóra frambrotinum við nýggju vindmyllunum í Flatnahaga, er yvirtøkan av Demich ein partur av framhaldandi arbeiðinum at fremja tað grøna orkuskiftið. Hetta veri seg bæði í framleiðslu og serliga tá húsarhaldum viðvíkur. Magn vil við hesi stigtakan gera sítt til at røkka setninginum um varðandi orku á landi, sigur Magn.