Nú verður lýggjari veður

Hann hevur ligið við kava leingi, men nú verður frægari, og boðað verður frá lýggjari veðri komandi dagarnar

 

Tað sigur føroyska Veðurstovan í forsøgnini, sum er galdandi til í morginárI:

Tað verður lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, sum nú seinnapartin veksur til frískan vind upp í strúk av suðuri, 8 til 13 metrar um sekundið. 

Skiftandi skýloft, og tað verður lýggjari, millum frostmarkið og 5 stig. 

Í kvøld veksur hann vindin til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið, tað verður samdrigið og sum frá líður fer tað at regna vestaneftir. 

Tað verður enn lýggjari, millum 4 og 8 stig.