Nú verður kaldari aftur

Fleiri lágtrýst og tilhoyrandi brúgvaløg flyta seg komandi vikuna inn yvir oyggjarnar úr vestri, og tað gevur óstøðugt og rættiliga kalt veður.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s av vestri og útsynningi. Tað slítur í og verður samdrigið. Um kvøldið og náttina makar hann vindin niður í lítið lot, undir 5 m/s, fyrst av útsynningi, seinni eystri. Tað verður skýggjað og regn kemur inn yvir landið av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 hitastig.

 

Týsdagin verður lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um dagin um 5 hitastig. Út ná náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s og ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av norðri, 13 til 18 m/s, men frá kvøldinum makar hann vindin og út á náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað, kavi og heglingsæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum frostmarkið og 3 kuldastig.

 

Hósdagin makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri og eystri, 3 til 8 m/s, sum móti nátt snarar í ein eystan og landnyrðing og øtlar upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 3 kuldastig, um náttina kaldari í støðum.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av landnyrðingi. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og fýra hitastig, um náttina kaldari í støðum.

 

Leygardagin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av norðri. Samdrigið og kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 3 kuldastig, um náttina kaldari í støðum.