Nú verður kaldari aftur

Fleiri lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi senda komandi dagarnar brúgvaløg inn yvir Føroyar av útsynningi.

 

Í dag verür skýggjað sunnanfyri og stundum regn, og vindurin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Um kvøldið øtlar hann upp í hvassan vind, 15 m/s. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Í morgin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, men seinni klárar hann í, tó verður okkurt ælið og hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin snarar í ein landsynning og eystan. Fyrst okkurt ælið, síðani skýggjað og út á dagin regn ella vátaslettingur. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar nakað. Regn og vátasletting, seinni klárar hann í, men við ælaveðri. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 6 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein vestan og útsynning og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís vátasletttingur ella heglingur. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig. Um náttina vátaslettingur ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið eitt bil snarar í ein sunnan. Samdrigið og vátaslettingsæl ella ælaveður, men um kvøldið skýggjað og regn av útsynningi. Hitin fyrst millum 2 og 5 stig, um náttina upp í 9 stig.

 

Fríggjadagin verður sum frá líður skrið ella stormur av útsynningi og vestri, 20 til 25 m/s. Skýggjað og fyrst regn, seinni heglings-, vátaslettings- og kavaæl. Hitin fyrst millum 6 og 9 stig, men fellur síðani niður móti frostmarkinum upp í 3 stig.

 

Kelda: Danska veðurstovan DMI.