Eitt bylgjandi brúgvalag flytir seg inn yvir Føroyar av suðri. Síðani streymar kaldari luft við kava- ella vátaslettingsælum inn yvir Føroyar av eystri.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Seinnapartin øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, og um kvøldið og náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn stóran part av tíðini og hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn ella æl, sum frá líður møguliga vátaslettingur. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina niður í 2 stig.
Mánadagin makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Seinnapartin makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin alt døgnið millum 0 og 5 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar og verður lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig, tó um náttina niður í 7 kuldastig í støðum.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 18 m/s. Sum frá líður skýggjað og kavi og vátaslettingur, sum fer yvir í vátasletting ella regn. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Hósdagin verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, eitt skifti upp í storm av eystri og landsynningi. Skýggjað og vátaslettingur ella regn og hitin millum 1 og 5 stig.










