Eitt brúgvalag við regni yvir Føroyum liggur nærum stilt til týsdagin. Síðani fer brúgvalagið í upploysn. Mikudagin fer eitt nýtt brúgvalag fram við Føroyum úr útsynningi og hevur við sær óstøðuga luft við ælaveðri.
Veðrið mánadagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 metrar um sekundið. Týnáttina verður lot til andøvgsul av landsynningi, sum snarar í ein landnyrðing, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men sum náttin líður klárar í. Hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin og hitin um 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og møguliga regn ella ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, í løtum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Út á kvøldið verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, og tað klárar í í ein útsynningi. Hitin um 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og partvís klárt. Hitin niður í trý stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, seinni eitt lítið lot av ymsum ættum, undir fimm metrar um sekundið. Ælaveður, men kanska sólglottar. Hitin um 10 stig og um náttina niður í fimm stig.
Fríggjadagin
Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir fimm metrar um sekundið. Turt og møguliga sól. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í fimm stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og kanska sól, seinni møguliga regn. Hitin um 10 stig.