Nú verður kaldari

Hóast henda vikan byrjar við hampiliga góðum veðrið, so kunnu vit vænta veruligt heystarveður seinni í vikuni.

 

Í morgin verður yvirhøvur turt og sólglottar, og hitin fer at liggja millum 11 og 14 stig.

 

Mikudagin fyrrapart verður turt og eisini nakað av sól, men um kvøldið verður meira vindur, tað fer at regna. Hitin fer at liggja millum 10 og 13 hitastig. Hósdagin kunnu vit vænta sama veður.

 

Fríggjadagin og leygardagin kunnu vit vænta æling og partvís hegling, og hitin verður millum 5 og 9 stig.

 

Hoyr veðurfrøðingin, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðurvánunum við at trýsta á pílin undir myndini.