Nú verður helmingurin soldaður frá

Champions League: Í kvøld byrja seinnu 1/8 finalurnar og Liverpool og Bayern eru favorittar

Í kvøld verða seinnu 1/8 finalurnar í Champions League. Liverpool er á odda við tveimum, tá Inter Milan kemur á vitjan. Bayern Munchen er stórur favorittur móti eysturríska Redbull Salzburg, men fyrri dysturin endaði 1-1.

 

Liverpool (2)–(0) Inter Milan (20.00)

 

Roberto Firmino og Mohamed Salah tryggjaðu Liverpool ein góðan 2-0 sigur á útivølli í fyrru 1/8 finaluni móti Inter Milan. Hóast reglugerðin um útivallarmál er strikað, so er talan um ein góða leiðslu hjá Liverpool til returdystin í kvøld.

 

Heimaliðið hevur Roberto Firmino, Thiago og Joel Matip tøkar aftur eftir skaða, men tað verður helst uttan fyrstnevnda, tí áleyparin skal helst venja nakrar ferðir, áðrenn hann kann spæla. Hann hevur ikki spælt síðani liðini hittust í Italia.

 

Gestirnir hava ikki mist mótið og italskir miðlar skriva, at spælararnar hjá Inter Milan halda at avrikið í fyrra dystinum var betri enn máltalvan vísur. Inter Mlan verður uttan Nicolò Barella, sum hevur leikbann.

 

Møguligar uppstillingar:

 

Liverpool: Alisson; Alexander-Arnold, Konaté, Van Dijk, Robertson; Henderson, Fabinho, Keita; Díaz, Jota, Mané

 

Inter: Handanovič; Škriniar, De Vrij, Bastoni; Dumfries, Vidal, Brozović, Hakan Çalhanoğlu, Perišić; Džeko, Martínez

 

Bayern Munchen (1)–(1) Redbull Salzburg (20.00)

 

Hetta mundið verið ársins úrslit í Champions League, tá Salzburg var á odda 1-0 í fyrru 1/8 finaluni, men móti dystarendanum javnaði Kingsley Coman fyri Bayern Munchen. Heimaliðið hevur spælt misjavnt og bara hildið málið reint einaferð í sjey dystum.

 

Tí eru tekin um, at hetta ikki bara verður ein gongutúrur í plantasjuni, men tak ikki feil. Bayern Munchen er favorittur at vinna og tað hevði hjálp væl, um Manuel Neuer bleiv klárur til dystin.

 

Møguligar uppstillingar:

 

Bayern Munchen: Neuer; Pavard, Süle, Upamecano, Hernández; Kimmich, Musiala; Sané, Müller, Coman; Lewandowski

 

Redbull Salzburg: Köhn; Kristensen, Solet, Wöber, Ulmer; Camara; Sučić, Aaronson, Seiwald; Adamu, Adeyemi