Nú verður Harry Kane seldur

Premier League: Tottenham sigst hava góðtikið eitt boð frá einum av evropisku gigantunum

Bretskir og týskir miðlar skriva í dag, at Tottenham hevur góðtikið eitt boð upp á Harry Kane frá Bayern Munchen. Áleyparin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum og væntast at verða seldur fyri einar 820 milliónir krónur í summar.

 

Harry Kane hevur verið ímyndin av Tottenham seinnu árini, men seinastu tíðina hevur áleyparin givið til kennar, at hann hevur í sinni at royna okkurt annað. Einki steyp er vunnið, men hann er á gáttini at taka metið hjá Alan Shearer, sum mest skorandi spælarin í Premier League.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at Totteham als ikki við selja til ein kappingarneyta í Premier League. Tí bleiv eitt møguligt skiftið til Manchester City steðgað fyri tveimum árum síðani, og Manchester United tykist ikki hava fiskað nakað serligt, hóast fleiri halda tað er upplagt.

 

Við hesum skiftir Harry Kane ikki til ein kappingarneyta, og kann koma aftur til Premier League seinni. Hann er 30 ára gamal, men spælarar sum Robert Lewandowski og Karim Benzema hava prógvað, at tú kanst hava fleir góð ár eftir sum áleypari, sjálvt um tú er farin um tey 30.