Nú verður hann stjóri

Hann byrjar í nýggja starvinum á nýggjárinum

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Bjarna á Steig, yvirlækna, sum stjóra fyri Fólkaheilsustýrið.

 

Bjarni á Steig er 64 ára gamal, er útbúgvin lækni frá Københavns Universitet í 1991. Hann var serlækni í blóðsjúkum í 2003 og í internum medisini í 2004. Bjarni hevur eisini diplom frá serlæknaskeiði í palliativum medisini í 2013, umframt ymisk viðkomandi skeið. Palliativ viðgerð er linnandi viðgerð til fólk, sum hava lívshóttandi sjúku ella liggja til tað síðsta.

 

Bjarni hevur drúgvar leiðsluroyndir frá síni tíð sum leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum frá 2009 og fram til 2017. Eisini hevur Bjarni starvsroyndir sum virkandi landslækni í styttri tíðarskeið.

 

Fólkaheilsustýrið, sum verður sett á stovn á nýggjárinum, er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, sum leggur heilsupolitikkin til rættis.

 

Fólkaheilsustýrið skal veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing. Ein av fremstu uppgávunum verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging. Harumframt skal Fólkaheilsustýrið eisini menna, viðgera og útvega hagtøl á heilsuøkinum.