Hjúnini, Annfinnur og Karin í Soylu, høvdu bakarí á Sandi í 45 ár, og tað var hin 2. august í 1971, at Annfinnur sum útbugvin bakari hjá Conrad Skaale í Havn læt upp Bakaríið á Sandi.
Síðan hin 1. oktober í 2016 hevur verið friðarligt á Bakarínum, men nú er aftur virksemi í hølunum, har Eyðvarur Petersen er farin í holt við at rigga hølini til nýggja kiosk.
Eftir at hava havt raksturin av kioskini á Magn-støðini í Trøðum um hendi seinnu árini, heldur Eyðvarur Petersen, at tað hevði verið keðiligt, um Sandsbygd stóð uttan kiosk.
Leigumálið, sum Eyðvarur Petersen hevur havt við Magn, er sagt upp, tí hølini skulu brúkast til onnur endamál, og um stutta tíð letur kioskin upp í gamla Bakarínum hjá Annfinni og Karini.
- Tey eru mong, sum tjentu sínar fyrstu krónur í Magn. Haraftrat kemur týdningurin av, at bygdin og oyggin hevur eina kiosk. Tí hava vit valt at finna aðra loysn, nú vit noyddust at gevast í Trøðum, sigur Eyðvarur Petersen.











