Nú verður farið út aftur á Bankan

Ætlandi fer Jákup Sverri á Føroyabanka hin 16. mars, og vanliga varar túrurin eina lítla viku ella so - alt eftir veðurlíkindum.

Á hvørjum vári og hvørjum heysti verður farið út á Føroyabanka at kanna, hvussu toskur og annar fiskur har úti hevur tað.

 

Hetta eru tær sonevndu yvirlitstrolingarnar, sum verða gjørdar tvær ferðir um árið - á vári og um heystið. 

 

Her verður eitt ávíst tal av trolstøðum tiknar, og hesar eru tær somu á hvørjum túri fyri at hava eitt gott grundarlag til samanberingar.

 

Hetta merkir, at trolið verður koyrt út á somu leið ár um ár, og síðan verða tóvini tey somu hvørja ferð.

 

Ætlandi fer Jákup Sverri út á Føroyabanka hin 16. mars, og vanliga varar túrurin eina lítla viku ella so - alt eftir veðurlíkindum.

 

Petur Steingrund er kanningarleiðari á hesum túrum, og hann veit alt um tosk undir Føroyum, sum nakar í Føroyum man vita.

 

Tað er altíð spenningur um yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka, og soleiðis er eisini hesaferð. 

 

##med2##

 

Føroyabanki hevur verið stongdur fyri vinnuligari fiskiveiði í fleiri ár, tí støðan hjá toskinum á Bankanum hevur verið so vánalig.

 

Nú farið verður út aftur á Føroyabanka, nærkast eisini tíðin, tá borðreitt verður við leskiligum toski av Føroyabanka á matstovuni Barbaru.

 

Hevur lítið verið at fingið av toski, hevur verið betur vorðið við hýsuni, eins og væl hevur verið at fingið av øðrum fiskasløgum.

 

Í vár verða hesi kvøldini, 26. og 27. mars. 

 

Tað er eingin ivi um, at góðskan og smakkurin á øllum fiski og skeljadjórum av Føroyabanka neyvan finst betur í heiminum.